Skal tín fyritøka senda eina heilsan til eitt starvsfólk ella ein samstarvsfelaga, so kann Karamellan seta ein leskiligan pakka saman og koyra hann út til móttakaran.

 

Bæði fyritøkur og kommunur hava brúkt Karamelluna til at ynskja starvsfólki tillukku við barninum, runda føðingardegnum og stóra starvsdegnum. Eisini vóru tað fleiri fyritøkur, sum brúktu Karamelluna til jólagávur bæði til starvsfólk og samstarvsfelagar.

 

Um tit ynskja at Karamellan skal seta eina leskiligan gávu saman fyri tykkum, skriva ella ring so til okkara so finna vit saman útav stødd, innihaldi og hvar gávan skal leverast.

 

info@johannathomsen.com

tel 590049