Handilsstreytir

Tá tú skalt gjalda við gjaldskorti skalt tú uppgeva kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú Karamelluni at taka upphæddina av kontu tínari. Samskiftið er krypterað, soleiðis at hvørki hesin nethandilin ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á tínum kortupplýsingum.

Um ikki annað er avtalað, verður upphæddin trekt av konto hjá kunda, tá vøran verður send.

Til ber at gjalda við Mastercard og Visakort
Heimasíðan brúkar eitt SSL certificat sum tryggjar at tínir upplýsingar eru tryggir og data er bronglað

Persónspolitikkur

Karamellan verjir persónligar upplýsingar, sum vit fáa frá tær. Tá tu keypir vøru umvegis heimasíðuna, nýta vit bert upplýsingar frá tær til at avgreiða tína bílegging.

Vit geva ikki persónligar upplýsingar, so sum tín teldubrævbústað, til triðja part.

Iðranarrættur

Vørur kunnu latast inn aftur innan 7 dagar frá móttøkudegnum, treytað av at vøran er óbrúkt, lýtaleys og í upprunaligum pakningi.

Veitanartreytir

Karamellan kann senda um alt landið. Vøran verður send við Posta. Veitanartíðin er 1-4 gerandisdagar.

Tænastutreytir

Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

Allar vørur eru ogn hjá Karamelluni inntil vøran er fult goldin.